”Tí so elskaði Gud heimin, at
Hann gav Son Sín, hin einborna,
fyri at hvør tann, ið trýr á Hann,
skal ikki fortapast, men
hava ævigt lív.”
Jóh. 3:16.
Hvussu finna vit Jesus?
1.
Bíblian fortelur okkum øllum at menniskjuni treingja
til Guds fyrigeving og frelsu. Hon fortelur okkum at
vit hava vent frá Gudi, sum skapti okkum, og at vit
ofta liva eitt lív ímóti Guds vilja.
Róm.: 3:23
”Øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds”
2.
Um vit venda okkum til Gud, og taka ímóti hansara
frelsu, vilja vit uppliva tað størsta, sum kann henda
okkum: Blíva frelst, og verða Guds børn restina av
lívinum á jørðini, og fyri allar ævir. Um vit ikki venda
um til Gud, og taka ímóti hansara frelsu, fortapast vit.
Róm. 6:23
”Tí lønin, ið syndin gevur er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara”
3.
Vit skuldu í roynd og veru bøtt fyri syndir okkara,
men Gud bøtti okkara vegna,við at senda son sín Jesus.
Róm. 5:8
”Men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus
doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar”
4.
Gud gjørdi hetta, tí hann elskaði okkum, og vildi ikki
at vit skuldu fortapast.
Jóh. 3:16
”Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín,
hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
5.
At verða frelstur merkir at ein játtar syndir sínar.
Tú sigur við Gud: Gud, eg kann ikki meira, eg havi
syndað, og má hava tína fyrigeving. Fyri Jesusar skuld
vilt tú fyrigeva mær alt tað ónda eg havi gjørt ímóti tær,
og øðrum menniskjum. Bíblian sigur tá, at Gud fyrigevur
tær alt.
1. Jóh. 1:9
”Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur,
so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum
frá allari órættvísi”
6.
Hetta at verða føddur av nýggjum, er at tað gamla lívið
er farið, og byrjað verður eitt nýtt lív saman við Jesus.
At fara frá tí gamla lívinum, merkir eisini, at biðja
menniskjuni ein hevur syndað ímóti um fyrigeving.
Jóh. 3:3
Jesus svaraði honum: ”Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum,
kann hann ikki síggja ríki Guds.”
7.
Tá ið vit taka ímóti Jesus, sum okkara frelsara, og verða
fødd av nýggjum, verða vit Guds børn. Gud kemur inn í
hjørtu okkara við Heilaga Andanum. Heilagi Andin hjálpir okkum at liva sum Guds børn, og liva lív okkara eftir
hansara ætlan.
Jóh. 1:12
”Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann
mátt at verða børn Guds – eimum, ið trúgva á navn
Hansara”
2. Kor. 5:5
”Tann, ið hevur gjørt okkum før júst fyri hesum, er Gud,
Hann, sum eisini gav okkum Andan til pant”.
8.
Men er tað eingin annar vegur sum førir til frelsu? Bíblian sigur okkum at Jesus er einasti frelsari.
Jóh. 14:6
Jesus svaraði honum: ”Eg eri vegurin, sannleikin og
lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær”.
Bíblian sigur eisini, at sjálvt um tað eru nógv stór nøvn í søguni, so er tað bert eittans navn, navnið Jesus, sum
leiðir menniskjuni frá synd til frelsu.
Ap. 4:12
”Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað
annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum
vit skulu verða frelst við.”
9.
Frelsan, sum Gud gevur okkum, tá ið vit taka ímóti Jesus Kristus, sum okkara Frelsara, er ein frelsa bert givin av
náði, av Guds kærleika til okkum. Tað er ein gáva vit
kunnu taka ímóti, uttan at gera nakað sum helst, sum
at biðja langar bønir og annað. Vit kunnu koma akkurát
sum vit eru.
Efes. 2:8-10
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum – fyri at eingin
skal rósa sær. Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi
Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt
til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
10.
Tá ið tú hevur gjørt tað sum omanfyri er skrivað, er tað
gott um tú fortelur familju tíni, vinum, og vinum tínum í skúlanum, ella á arbeiði, ella hvar tú enn ert, at tú ert
frelstur. Hetta verður gjørt til Guds æru, og ríki hansara veksur, og tú fært ein innari frið og gleði, tí tú ert Guds
barn. Les eisini í Bíbliuni og lær Jesus betri at kenna!
Róm. 10:9-10
”Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so
skalt tú verða frelstur. Tí við hjartanum trýr ein – til
rættvísi; og við munninum játtar ein – til frelsu.
Bið hesa bønina
”Góði Gud. Takk fyri at tú hevur fyrigivið mær syndir
mínar. Takk fyri at tú tekur ímóti mær sum títt barn. Takk
góði Jesus fyri at tú doyði á krossinum fyri syndir mínar.
Takk Heilagi Andi at tú býrt í hjarta mínum, og hjálpir
mær at liva sum ein kristin. Hjálp mær og gev mær mót
at fortelja øðrum at eg eri blivin frelstur.
Í Jesu navn, amen”.
Faðirvár
Faðir vár, Tú, sum ert í Himli. Heilagt verði navn Títt.
Komi ríki Títt. Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørð. Gev
okkum í dag okkara dagliga breyð. Og fyrigev okkum
syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda. Leið okkum ikki í freistingar, men frels
okkum frá tí illa. Tí títt er Ríkið og valdið, Tín er heiðurin,
í allar ævir. Amen.
Tá tú er blivin kristin, hevur tað nógv at siga, at tú finnur
eina kristna kirkju hvar tú hevur felagsskap við onnur trúgvandi. Finn ein felagsskap hvar Jesus er mittpunktið,
og hvar tú hevur møguleika at liva eitt kristið lív í gerandisdegnum.